Í morgin, , 28. januar, kl. 20 fer svenskarin Per Ottosen at halda fyrilestur í Miðlatúnið. Per er komin til Vágs í samband við list- og tøkniverkætlanina Dialogues of the Sea – eina altjóða verkætlan, har list, tøkni og havið verða bundin saman. Per er komin í samstarvi við Fab Lab Vágur.
Dialogues of the Sea arbeiðir við sjálvstøðugum, varandi orkudrivnum boyum, sum savna dáta frá havinum. Dátan verður síðani við hjálp av AI umskapað til ljóð- og ljósinstallatiónir, har havið fær eina rødd. Verkætlanin bindur saman Vág og Styrsö í Svøríki og vísir, hvussu støð, ið liggja langt frá hvørjum øðrum, kunnu verða knýtt saman gjøgnum tøkni og list.
Ein serligur partur av verkætlanini er, at børn í bæði Vági og á Styrsö eru virknir luttakarar. Børnini eru við í skapandi tilgongdini og hava verið við til at forma boyurnar. Soleiðis verður verkætlanin ikki bert ein listarlig installatión, men eisini ein skapandi læru tilgongd, sum setur fokus á havið, veðurlagsbroytingar og okkara samband við náttúruna.
Í fyrilestrinum í Miðlatúni fer Per Ottosen at greiða nærri frá verkætlanini, arbeiðsháttinum aftanfyri og hvussu list, tøkni og børn kunnu sameinast í eini felags verkætlan.
##med2##













