Vágur: Gomlu grindabátarnir vitjaðu í Víkarbyrgi

Tað hevur verið vanligt seinastu mongu árini, at á hvítusunnu verða gomlu grindabátarnir í Vági flotaðir, og viðrar, verður ein  bátaferð gjørd. 2. hvítusunnudag.

 

Soleiðis var eisini í dag.

 

Fyri nøkrum døgum síðani vórðu bátar drignir úr neysti, og í dag fóru gomlu grindabárarnir í Vági ferð til Víkarbyrgis.

 

Byrjað varð á Garðabrúgv, har manskórið hjá Frelsunarherinum, Orðið á Borðið, legði fyri, innan bátarnir vórðu flotaðir.

 

Í Víkarbyrgi varð skipað fyri hugnaløtu við kaffi og vaflum, og Sumbiarkórið sang, Kristian Martin Rasmussen úr Klaksvík hugleiddi og hevði andakt, og endað var við felagssangum og sálmum, har lokalir tónleikarar leiktu undir.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Myndir: Finn Johannesen og EHS.