Eftir ætlan fer kommunan at gera íløgur og viðlíkahald fyri slakar 5,2 miljónir kónur.
Arbeiðið at gera auditorium í Vágs skúla fer at halda fram.
- Á fíggjarætlanini fyri 2023 vórðu settar 750.000 krónur av til hetta arbeiðið, og tær vórðu brúktar til at gera pall, skráningin og at leggja dekk yvir gamla svimjihylin. Eisini varð hol skorið í veggin í tí djúpa partinum av svimjihylinum, har hurðar skulu setast í.
Á fíggjarætlanini fyri 2024 eru settar 700.000 krónur av til auditoriumið, og fyri hesa upphædd er ætlanin at gera loft, ljós og girðing.
- Í Vágs skúla verður hildið fram at dagføra flokssastovurnar, so tær nøkta nútíðartørvin sum verður settur skúlanum. Peningur er eisini settur av til at reinsa tekjuna og klædningin á gamla partinum av skúlanum.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at avgerð eisini er tikin um, at bátadrátturin skal leingjast og breiðkast.
- Tilsamans eru 800.000 krónur settar av til havnarøkið, har eitt nú bátadrátturin skal gerast av nýggjum. Bátadrátturin varð gjørdur í 2019, men har hava trupuleikar verið við at fáa bátar upp, tá fjøra er, og so er drátturin eisini ov smalur.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið at leingja og breiðka dráttin skal verða liðugt til jóansøku, og arbeiðið verður væntandi boðið út um stutta tíð. Umframt bátadráttin, skal ymiskt viðlíkahald eisini gerast á havnalagnum.
- Tað kemur fyri, at vatngoymslan hjá Vágs kommunu er undir trýsti. Tí er avgerð tikin um at útbyggja vatngoymsluna við vestara reinsiverk, og peningur er eisini sett av á fíggjarætlanini til dagføring av kloakkum í Vági.
Gamla spæliplássið í miðbýnum skal eisini hava eitt lyft í ár.
- Í nógv ár hevur verið tosað um at gera eitt nýtt spælipláss, og ymisk uppskot hava verið gjøgnum árini, men nú er ætlanin at seta gongd á at dagføra spæliplássið í ár. Ætlanin inniber, at samantvinna spæliplássið og fiskaplassið á Løðhamri.
650.000 krónur eru settar av til hetta arbeiði.
- Í Páls Høll verður ventilatiónin dagførd í svimjihøllini. Talan er um at gera broytingar á ventilatiónini inni í høllini, har langhylurin, og barnahylurin eru.
Barnagarðurin Eikilund varð útbygdur í 2023, og í 2024 fer Vágs kommuna undir at gera økið uttanum barnagarðin. Økið er vorðið størri og krevur hetta eitt nú, at girðingin skal gerast av nýggjum.
Vágs kommuna keypti í 2023 bygningin sum umsitingin húsast í. Bygningurin krevur nakrar ábøtur, og ætlanin í 2024 er at skifta vindeygu og at mála bygningin. Eisini verða fleiri bygningar hjá Vágs kommunu málaðir í ár.
Í fíggjarætlanini er ein miljón sett av til at gjalda niður skuld í 2024. Í 2023 vórðu 1,2 miljónir settar av til at gjalda niður skuld, men skattainntøkur hjá Vágs kommun gjørdust størrienn væntað.
- Av tí sama vórðu tvær miljónir brúktar til at gjalda niður skuld. Skuldin hjá kommununi er 44 miljónir, og haraftrat kemur lánið, sum varð tikið, tá Hamragarður varð bygdur. Hetta lánið verður útgoldið við ársenda 2024.
Íløgurnar, sum verða gjørdar í Vágs kommunu í ár, eru deildar soleiðis út á nevdirnar: Sosiala- og heilsunevnd (200.000 krónur), Barna- og ungdómsnevndin (1,58 miljónir), mentamálanevndin (250.000 krónur), tekniska nevnd (2,05 miljónir) og havna- og vinnunenvdin (1,11 miljónir krónur).











