Vágs Kommuna hevur gjørt av ikki at krevja ansingargjald fyri desember.
- Sostatt skulu foreldur at børnum í barnagarðinum, Sóljuni og í frítíðarskúlanum, ikki rinda mánaðarliga ansingargjaldið.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at barnafamiljur vanliga rinda ansingargjald 11 mánaðar um árið.
- Men, í ár verður so ein mánaði lagdur aftrat, har ansingargjald ikki skal rindast, siga tey í Vágs kommunu.