Vágur: Ársins fyrsti seglbátur vitjar

Á middegi í gjár kom ársins fyrsti seglbátur á Vág. Talan er um amerikanska seglbátin Wayfarer. 

 

Hetta skrivar vagur.fo.

 

Umborð á Wayfarer eru amerikumenn, sum hvíla sjeg og ynskja at síggja Vág, áðrenn leiðin gongur norðureftir og víðari til Svørríki. Wayfarer sigldi frá Killmarnock í Skotlandi.

 

 Vanliga vitja seglbátar Vág tá tað nærkast summarinum. Á Vágs Havn fegnast teir um fyrsta seglbátin og vóna, at 2023 verður líka gott sum 2022, ið var metárið í samband við vitjanir av seglbátum.