Miðvísa arbeiðið at marknaðarføra Vágs Havn heldur áfram og nú er nýggja heimasíðan hjá Vágs Havn: portofvagur.fo <http://www.portofvagur.fo > tøk á netinum.
Á heimasíðuni verður kunnað um virksemi og møguleikar á Vágs Havn, umframt at greitt verður frá hvar Vágs Havn er, sigur Vágs Kommuna í tíðindaskrivi.
Heimasíðan er á enskum.
Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at Vágs Havn er eitt týðandi aktiv hjá Vágs kommunu, sum er við til at skapa nógv virksemi bæði her í kommununi og í Suðuroynni sum heild.
-Góður møguleikar eru við Vágs Havn og vit ynskja eisini, at Vágs Havn verður brúkt so nógv sum tilber, sigur Havnanevndarformaðurin, sum eisini fegnast um at Norrøna aftur í ár er brúkar Vágs Havn.
-Í mun til eina framtíðar oljuvinnu í Føroyum og í mun til verandi oljuvinnu á Hetlandsmótinum, so er Vágs Havn tættast havn til bæði oljuleitingarøkini í Føroyum og til virkin oljufelt bretsku megin markið á Hetlandsmótinum. Vágs Havn hevur eisini bjóðað seg fram í oljuvinnuhøpi og hetta arbeiði heldur áfram, sigur Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini.
Mynd: portofvagur.fo