Talan er um Vagn Mohr Mortensen, sum fyri tað mesta hevur spælt í HB, tó at hann eitt stutt skifti í fjør var at síggja hjá AB. Vagnur hevur eisini verið partur av føroyska A-landsliðnum, og móti ársenda í fyrraári var hann tveir dystir á rað í byrjunaruppstillingini. Hetta í heimadystinum móti Litava og útidystinum móti Fraklandi.










