Vagnur Mohr Mortensen, verjuleikari hjá HB, spælir ikki fótbólt aftur. Hann meiddi seg í eini takkling í grannauppgerðini við B36 mikukvøldið, varð borin av vøllinum og fluttur á Landssjúkrahúsið og hevur nú fingið staðfest, at skinnabeinið er brotið so mikið illa, at hann ikki fer at megna at spæla fótbólt aftur.
Hesum boðar Vagnur Mohr Mortensen sjálvur frá umvegis Facebook har hann skrivar, at hann er vorðin »fótbóltsinvalid«. Vagnur er tiltikin stríðsmaður og HB-ari við húð og hár. Hetta letur hann heldur ongan iva vera um á Facebook, nú hann kunngerð, at hann ikki kemur at spæla aftur:
- Um man skal taka tað positiva, so kundi eg ikki fingið ein betur máti at enda uppá, skrivar Vagnur Mohr Mortensen og sipar til, at HB vann grannauppgerðina í móti B36 2-0. Áður hevur Vagnur eisini greitt soleiðis frá sínum kenslum fyri HB.
Tað er ein heilt serlig kensla, at spæla fyri HB. Ein vissur stoltleiki. HB er eitt sigursvant felag, nakað serstakt og HB-troyggjan er mín býarbúni, segði Vagnur Mohr Mortensen við Sosialin í 2008.
Vagnur Mohr Mortensen er 29 ára gamal. Hann var partur av sera góðum árgangi hjá HB, og hevur spælt á fleiri ungdómslandsliðum. Somuleiðis er hann skrásettur fyri fýra A-landsdystir, millum annað hevur hann spælt í móti Fraklandi og Hollandi. Seinast hann spældi á landsliðnum var í 2010 undir Brian Kerr, sum í fleiri umførum boðsendi Vagni, ið fekk forfall av ymsum slagi og tað av tí sama ikki blivu til fleiri landsdystir undir hansara leiðslu.
Fyri nøkrum árum síðani fekk Vagnur Mohr Mortensen staðfest krabbamein, men Vagnur vann á sjúkuni og kom aftur á vøllin. Nú er líkt til, at eitt ógvusligt beinbrot hevur við sær, at vit hava sæð Vagn spælt fyri seinastu ferð.










