– Sum er fái eg ikki sett fótin til, so eg tori als einki at siga um landsdystin, sigur Vagnur Mohr Mortensen, sum gongur á høkjum í løtuni. Hetta kemur sjálvsagt ógvuliga dátt við hjá honum, nú hann er í landsliðshitanum aftur, eftir at hava verið úti í nøkur ár. Vagnur Mohr Mortensen spældi sín fyrsta landsdyst í 2004 og er skrásettur fyri tríggjar av slagnum. Sum støðan er nú, er lítið ið bendir á, at tann fjórði kemur mikukvøldið.