Gøtumenn fara á vøllin eftir fjórða sigrinum á rað, tá HB kemur í Sarpisgerði sunnudagin. Talan verður sjálvandi ikki um lætta uppgávu, nú trífaldu meistaranir vitja, men sum heild tykjast gøtumenn vera væl fyri til uppgávuna. Ikki minst nú Krzystof Popczynski er tøkur aftur, eftir at hann hevði leikbann, tá GÍ vann í Klaksvík seinasta vikuskifti.
Hinvegin er Hans Pauli Samuelsen ikki tøkur. Hann hevur fingið liðbandsskaða í knæið, og ivasamt er, nær hann verður tøkur aftur. Sámal Joensen er nústaðni komin veruliga í holt við venjingina aftur, og so er spurningurin, hvussu hansara leiklutur verður. Ivaleyst sleppur hann at byrja á beinkinum, men hinvegin er tað heldur ikki ringasti jokarin, sum ein venjari kann hava.
Hjá HB er í øllum førum vist, at Vagnur Mohr Mortensen ikki er tøkur. Hann var annars júst við at koma veruliga fyri seg eftir skaða í rygginum, men nú er so ein nýggjur skaði, sum argar. Hesaferð er tað fótinum, sum tað er galið við, og tí verður hann ikki tøkur.
Í aðrar mátar verður tó roknað við, at flestu menninir eru tøkir. Bárður Mortansson hevur ligið sjúkur í vikuni, men roknað varð tó við, at hann verður tøkur.