Vaglið verður ruddað í dag

Hóast tað nú eru tríggjar vikur síðani skoytivøllurin bleiv sløktur og tikin burtur, er hann framvegis ikki ruddaður heilt av Vaglinum.

 

Havnaborgarar ilskast, tí tey sakna parkeringsbásarnar, sum plaga at vera á Vaglinum. Millum annað hevur fyrrverandi borgarstjórin, Heðin Mortensen, gjørt vart við sína ónøgd.

Vaglið sær út í dag sum eitt “lossipláss”, hetta eigur ikki at finna stað í Havnini, skrivar hann á Facebook.

 

Á teknisku deild í Havn siga tey, at Vaglið verður ruddað í dag, so at nú verður klárt at nýta parkeringsbásarnar aftur.

 

Orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð at ruddað burtur í ár, er at veðrið hevur verið so keðiligt í februar mánað.

 

Tekniska deild greiðir frá, at tá ein slíkur vøllur stendur og frystir í so langa tíð, setur frostið seg eisini fitt niður í vøllin. Seinastu vikurnar hevur framvegis verið kalt og tí er frostið í grúsvøllinum, sum bleiv lagdur undir skoytivøllin, ikki tiðnað heilt fyrr enn nú seinastu dagarnar.

 

Nú er veðrið so batnað og restin av skoytivøllinum verður ruddað burtur í dag.