Nevndin í Skála Ítróttarfelag hevur avgjørt at steingja vaglið, sum er heitið fyri kjakið á heimasíðuni hjá felagnum.
- Av tí at fólk ikki duga sær hógv á vaglinum, hevur nevndin avgjørt at steingja vaglið, skrivar Skála á heimasíðuni.
- Vaglið var upprættað við tí fyri eyga, at fólk kundu hava møguleika til at kjakast um ítróttarfelagið og vísa sín stuðul, bæði til nevnd, venjara og leikarnar. Tíverri eru alt ov nógv duldnevnd og útspilling at síggja. Hesar neiligu meiningarnar eru alt annað enn uppbyggjandi fyri felagið og tí hevur nevndin tikið hetta stigið.










