Tá grundarsteinurin varð lagdur, varð eitt blikkhylstur lagt saman við. Í tí vóru myntir og eitt skriv um tann dagin, grundarsteinurin varð lagdur og nøvnini á byggimeistaranum, og teimum 20 arbeiðsmonnunum sum bygdu amtmannsborgina.
Danski arkitekturin Hedeman teknaði húsið og stóð fyri arbeiðinum. Íslendingurin Alekssiusson stóð fyri grótlagingini.
Fyrsta verkfallið menn vita um, var meðan amtmannshúsið bleiv bygt. 12 av teimum 20 arbeiðsmonnunum sum bygdu, vóru ónøgdir við umstøðurnar, ið teir arbeiddu undir, (serliga vandan tá sprongt var eftir tilfari "Uppi á Glaðsheyggi", grótið var ov leyst og vánaligt), eisini vóru teir ónøgdir við lønarviðurskiftini.
Frá 1883 og til 1921 var Amtmannshúsið bert til amtmannin og húskið hansara, tað var ikki fyrrenn í 1921 at fyrsta skrivstovan flutti inn.
Í 1937 bleiv Amtmannshúsið útbygt norðureftir, tað arbeiðið gjørdi Vilhelm Tórsheim, byggimeistari. Ovara myndin er frá 1906, og vísir hon, hvussu Vaglið tók seg út tá. Úti á Skansanum sæst ongin fýrur (hann kom í 1909), húsini hjá Lützen eru ikki longd omaneftir (tað varð gjørt í 1907).
Á niðaru myndini, sum er tikin í 2006, sæst ikki so nógv til húsini sum standa "Uppi á Glaðsheyggi", og "Undir Ryggi", men tey eru har enn, á sama stað, nakað útbygd. Tey trøini sum hava fingið loyvi at standa, eru blivin 100 ár eldri, og fjala tey tað, sum annars sæst á ovaru myndini. Tann gamli parturin av húsunum hjá Lützen er enn á sama stað. Tað er tann parturin sum sæst frá kvistinum og niðaneftir. Grótgarðurin framvið Áarvegnum og Tinghúsvegnum bleiv lagaður upp av nýggjum í 1950-unum.
Vaglið og økið rundanum Vaglið, er so við og við lagt undir heilt.
Tann persónurin sum í 1906 tók myndina av Vaglinum, hevur staðið í ovasta vindeyganum í "Gamla Kommunuskúla" (Býráðshúsinum), tað gjørdi eg (Birgar Johannessen) eisini herfyri, tá eg tók niðaru myndina. Sum tað sæst á myndini frá 1906, var eisini mjørki í Nólsoyarfirði tá.
Myndina frá 1906 eigur Fornminnissavnið









