Og klokkan 18 fer Sámal Ravnsfjall at syngja Voxotn í kvøld, tá hann verður á pallinum, sum hesaferð er settur upp í Tórsgøtu við Posthúsið. Hini árini hava tveir pallar verið niðri í sjálvum Vágsbotni, annar, tann stóri, við sjóvarmálan sunnanfyri og hin við vestara enda á torginum.
Tann syðri pallurin er ikki settur upp hesaferð. Nú verður ein í sjálvum vágsbotni og hin í norðara enda á økinum, sum er í Tórsgøtu við Posthúsið.
Herborg Torkilsdóttir verður hin fyrst á pallinum í Vágsbotni klokkan 19. Klokkan 20 verður tað Superloader, sum siga seg hava fingið íblástur frá bólunum Foo Fighters og Metallica, og spæla teir tann stílin, við bæði guitarriffum og dominerandi trummuspæli.
Restin av skránni í kvøld er hendan:
Kl 21: Lena Andersen
Kl 22: Saveus
Kl 23 Katrina frá Katrina and the Waves
Kl 24: Eyðun og Terji
Kl 01: Topgunn
Kl 02: Faustix