AB hevur í kvøld kunngjørt enn ein nýggjan spælara til kappingarárið 2024. Talan er um 26 ára gamla vágbingin, Ara Krosslá Poulsen.
- Ari er ein framherji, sum er uppvaksin í VB og FC Suðuroy. Hann hevur spælt 32 dystir fyri FC Suðuroy og fyrrverandi suðuroyarliðið í Betrideildini, og harafturat hevur hann spælt hópin av dystum fyri FC Suðuroy í 1. deild og 2. deild, skrivar AB og leggur afturat:
- Ari er ein framherji, sum er sterkur, heldur væl upp á bóltin og hevur eitt hart skot. Síðsta hálvárið hevur hann spælt nakrar dystir fyri næstbesta liðið hjá AB í 2. deild, men nú tekur hann stigið upp og skal verða við til at sparka AB upp aftur í Betrideildina.
Øssur Hansen er nýggjur venjari og Ari Krosslá Poulsen er nýggjur í hópinum saman við Elias Gilstón El Moustage. Annars er talan um lokalar spælarar. Bæði ungar og royndar.











