Tá ið danska oljufelagið, Dong, tekur sín størsta oljupall í Norðsjónum í nýtslu, verður tað Diana Leo úr Vági, sum fær ábyrgdina. Tv2 Syd sigur, at eitt, sum ger verætlanina heilt serliga er, at hann skal bora eftir olju á 5-6 kilometra dýpi og tað er nógv djúpari enn higartil.
Pallurin skal undir framleiðslu á Hejre-feltinum, har tey vænta at pumpa 170 milliónir av tunnur av olju upp úr undirgrundini Ein tunna er 158 litrar og sostatt verður mett, at talan verður um 26.860.000.000 litrar av olju.
Trýst á leinkjuna niðanfyri og hoyr brot á TV2 syd um verkætlanina og samrøðu við Dianu Leo
http://www.tvsyd.dk/artikel/244458?autoplay=1&video_id=63897
|