Vágbingar til Áland at vísa gamla mentan

Har fáa 25000 fólk høvið at síggja sluppina, Johonnu, hoyra Ljóm syngja og síggja gamalt, handverk

Í summar fara vágbingar fjølmentir avstað til Álands á stevnu, har norðurlendsk strandarmentan verður víst fram.

 

Vágbingar fara til Álands við sluppini Johonnu, umframt við sangkórinum, Ljómi, og øðrum fólkum.     

 

Á stevnuni, sum verður í juli, verða eini 25000 fólk savnað, sigur Árni Brattaberg, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Hetta er ein stevna í samstarvninum um Norðurlendska Strandarmentan. Tað er eitt samstarv ímillum áhugabólkar, og almennar  stovnar, í Grønland, Íslandi, Føroyum, Danmark, Noreg, Svøríki, Álandi og í Finnlandi. Endamálið er at varðveita, og at kunna um mentarnarvirði, ið eru knýtt at sjónum.

 

Á stevnuna verða varðveitt skip, og varðveittir bátar, at síggja, og har verða básar, har eisini handverk úr teimum ymsu londinunum verður at síggja.

 

Á dekkinum á Johannu verður stóribáturin, Beinisvørð, av sluppini Beinisvørð, sum týskarar søktu eystanfyri Nólsoynna í 1941, og manningin róði til lands. Tað er eisini ein ritubátur, ið varð brúktur at skjóta fugl við til agn, umborð

 

Johanna hevur tann fiskireiðskap við, sum varð brúktur, tá ið sluppirnar sigldu við seglum, og menn stóðu við vaðbeinið og fiskaðu við snøri.

 

Kosturin, sum borðreitt verður við umborð á Johannu, verður yvirhøvur føroysk rávøra, sjógæti, feskt, ræst og turt, grind, neytakjøt og lambskjøt.

Eplir, røtur og alt grønmetið kemur úr Vakstrarhúsinum í Sandavági.

 

Í Álandi fara tey at vísa gamlar myndir úr gerandisdegnum, og sum vísa, hvussu fólk veiddu og hagreiddu fongin.

Tey vísa reiðskapin, ið varð brúktur at veiða við, og tey vísa film um sluppfiskiskap og útróður við opnum báti. Samstundis vísa tey eisini nýggjar upptøkur við grindabátunum í Vági, og við Johonnu.

 

Somuleiðis fara tey at vísa, hvussu ullin varð virkað til pløgg, nappað, karðað, spunnin og bundin og pløgg, sum vórðu brúkt umborð á slupp.

 

Og somuleiðis fara tey eisini at kunna um Føroyar sum ferðamál og har fer sangkórið, Ljómur, at seta sín dám á við sjómannasangum og føroyskum dansi.

 

Skipað verður eisini fyri føroyskum kvøldi við mati, sum tey vitjandi fáa høvi at royna.

- Hetta er matur úr føroyskari rávøru, sum umboðar tað, føroyingar ótu, tá ið teir vóru fiskibøndur. 

 

Haraftrat verður upplýst um gamalt gerandislív í Føroyum sum t.d. torv, hoygging um og kúnna á bási og í haga.

 

Árni Brattaberg sigur, at næsta ár eru Føroyar vertur fyri stevnuni. Hon verður í Vági í døgunum 7.-10. juli.