Á røktarheiminum, Hamragarði í Vági, skulu tey nú fáa íblástur frá øðrum røktarheimum til, hvussu raksturin kann skipast. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt landsstýriskvinnuna um sparingarnar á Hamragarði.
Spurningurin er settur eftir at tað kom fram, at køkurin á Hamragarði nú verður afturlatin um vikuskiftini fyri at spara.
Sostatt skal allur maturin, búfólkini skulu hava um vikuskiftini, gerast fríggjadagin og tað, sum skal vera heitt, skal so hitast aftur.
Annika Olsen sigur, at í løtuni hyggur Almannaverkið nærri at, hvussu onnur nýggj røktarheim, við somu rakstrarligu fortreytum sum Hamragarður, megna at veita eina góða tænastu til borgaran.
Endamálið er at tað kann geva leiðsluni á Hamragarði íblástur og at geva henni nakað at sammeta við, tá ið tillagingar, sum tað eitur, skulu gerast.
Annars vísir Annika Olsen á, at í ár er játtanin til eldraøkið hækkað 17 milliónir krónur við tí fyri eyga at sleppa undan sparingum og tí heldur hon, at tað er misvísandi at tosa um, at økið er niðurpínt, soleiðis sum tikið verður til.
|










