Vágbingar gera klárt til oljuna

Í Vági ger klárt til at gera útgerðarhavn, har dýpið verður heilt niður á 15 metrar

Í Vági eru tey av álvara farin at fyrireika seg til oljuvinnuna.


Vága Býráð sigur í fráboðan í morgun, at nú er byggisamtyktin fyri havarnalgið nú broytt, soleiðis at økið á sunnaru síðu er víðkað bæði vestanfyri og eystanfyri grótkastið.

Samstundis er gjørd verkætlan við útgerðarhavn á sunnara landi. 

 

Verkætlanin við útgerðarhavn fevnir um 300 metrar av nýggjum keikanti, harav 100 metrar eru úteftir grótkastinum og 200 metrar eru vestur frá horninum við grótkastið.

Dýpið við keikantin er frá 7,5 til 15,0 metrar.

 
Umframt nýggjan keikant, fevnir verkætlanin eisini um eitt stórt havnarøkið á sunnara landi, 18.000 fermetrar til víddar.

 

Havnarøkið verður tøkt til innandura og uttandura goymslu, umsitingarbygning og annað.

Vágs kommuna vísir á, at Vágur er stytsta leið til økini, har leitað verður eftir olju á føroyska landgrunninum.

Av Vági til Brugduna II, eru einans 54 fjórðingar. 

 

Vágs Havn er eisini næsta havn til stóru oljuøkini bretsku megin markið við Hetland.

Fjarstøðan til áhugaverda olju- og gassøkið, Rose Bank, er bara 96 fjórðingar, har tað eru 126 fjórðingar frá Lerwich til Rose Bank.

 

Somu viðurskifti eru galdandi fyri olju-økið Cambo, har tað bert eru góðir 84 fjórðingar til Vágs Havn, meðan fjarstøðan til Lerwich er 125 fjórðingar, sigur Vágs Býráð.