Vágbingar byggja 10 smáttur til ferðafólk

Vágbingar taka nú eitt stórt stig fyri at útvega gistingarmøguleikar til ferðafólk


Vágbingar taka nú eitt stórt stig fyri at útvega ferðafólki betri møguleikar fyri gisting.

Í hesum sambandi skulu nú 10 smáttur byggjast á einum stykki Á Mýrunum, sum er mitt í bygdini fortelur Vágs Býráð í morgun.

 

Smátturnar verða allar 42 fermetrar til støddar og tað verða upp til átta sovipláss í hvørjari smáttu.

 

Sostatt verður pláss fyri tilsamans upp ímóti 80 ferðafólkum í smáttunum.

 

Í smáttunum verður eitt felagsrúm við stovu og køk, tvey sovirúm, eitt baðirúm, gangur, og so  ein bitapallur við fýra soviplássum.

 

Í summum av smáttunum eru eisini umstøður til fólk við rørslutarni, tær hava eitt sovikamar og eitt størri baðiverilsi.

 

Ætlanin er at smátturnar at privat fólk skulu keypa og eiga smátturnar.