Vágaverk til Kirkjubøar

Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall syngja og spæla Við Múrin í summar.

Fyrireikararnir av festivalinum Við Múrin boða í dag frá, at Vágaverk verður millum bólkarnar, ið trína á pall í Kirkjubø í summar.

- Tað eru ikki allar oyggjar, ið menna sítt egna ljóð, men Vágar hava vágasound. Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru Vágaverk. Jóan Jakku Guttesen, ið var ein av oddamonnunum í Tinganest, var við til at lýsa vágasound, ið nú eisini hoyrist aftur í Vágaverki, bólkinum hjá Jóan Jakku og Sámali Ravnsfjall, skriva fyriskipararnir.

 

”Drekkivatn” vann ársins útgávu í bólkinum ”Folk, Country og Blues” tá FMA heiðuslønirnar vórðu latnar fyrr í ár. Tey munnu vera fá, ið ikki hava hoyrt sangin ”Hvar Baby”, av hesi útgávuni, sum nú alment hevur fingið heiðurin sum ársins útgáva.

 

Bólkurin hevur seinnu árini skrivað eina røð av landaplágum, eitt nú ”Medistari í karry”, ”1001 nátt” og ”Trappan hjá Lenu”.

 

Teir ið spæla í Vágaverki eru, Leivur Thomsen, guitar, Ólavur Øster, guitar, Jón McBirnie, bass, Brandur Jacobsen, trummur og Kim Hansen, ljómborð. Jóan Jakku Guttesen, Ronny Nielsen og Sámal Ravnsfjall, sang.