Vágaverk og Kristina vunnu

Fyrstu virðislønirnar í bólkinum Folk, Country og Blues eru handaðar.

Ársins útgáva í bólkinum Folk, Country og Blues er Drekkivatn hjá Vágaverk. Tað eru teir báðir trubadurarnir Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall, ið mynda bólkin Vágaverk. Frá fyrr kenna vit sangir sum 1001 nátt og Medistarar í Karry, men tey munnu vera fá, ið ikki hava hoyrt sangin Hvar Baby, av hesi nýggju útgávuni, sum nú alment hevur fingið heiðurin sum ársins útgáva á FMA 2015.

Hini tilnevndu vóru Nothing’s here to stay hjá Kristinu Bærendsen og Live with the Boogiemen hjá Sigmundi.

 

- Hetta eri eg ikki vaur við, eg fái ikki sagt so nógv annað enn takk, segði Jóan Jakku Guttesen.

 

Kristina Bærendsen fekk heiðurin sum ársins kvinnuligi ella mannligi sangari í bólkinum Folk, Country og Blues.

- Eg vil fyrst og fremst takka mammu og babba, sum hava gjørt meg, segði ein rørd Kristina Bærendsen.

 

Kristina Bærenstsen er dóttir navnframa Alex Bærendsen og gav í fjør út sína aðru útgávu Nothing’s here to Stay.

 

 

Hini tilnevndu vóru Halleluja-Sofus og Sigmund.