Sofus Olsen, ið bygdi Listasavnið á Sandi, hevði fylt 100 ár týsdagin 10. desember. Listasavnið skipar fyri 100 ára haldið komandi ár, men sunnudagin verður dagurin markeraður við einari konsert við Tinganest.
Tinganest er bólkurin, sum í størri mun enn nakar annar er vorðin ímyndin av vágasoundi. Tosar tú um Vágasound, so er fyrstu løgini fólk hugsa um: Upp á tá, Vágagellan og Annan sang. Hetta eru bert trý av meistarligu hittunum hjá Tinganest. Bólkurin er ikki bara egin, men slóðbrótandi í føroyskari tónleikasøgu. Hetta er serføroyskt og serligt, ja hetta er Tinganest.
Sunnudagin fer heilt serliga Vágasoundið at ljóma á Sandi. Teir hava spælt nógv kring Føroyar millum ár og dag, men ongantíð áður hava teir spælt í heilt serligu kørmunum, ið er Listasavnið á Sandi. Eitt stað, ið tónleikarar elska at vitja orsakað av góða akkustikkinum og listarligu kørmunum.
Tinganest anno 2013 er ein samanrenning millum bólkarnar Tinganest við teimum báðum Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen og Villmenn við Holgar Jakobsen og Finnur Joen Jacobsen. Ein samanrenning, ið veruliga tykist fullkomin. Teir klæða hvørjum øðrum. Serliga tær tríggjar røddirnar hjá Magnus, Jóan Jakku og Holgar, ið allar eru so øgiliga ósannlíkar sangrøddir, við nógvum karakteri, ið saman við Finni skiftast um at syngja kór hjá hvørjum øðrum. Hetta er uppskriftin til konsentrera vágasound.
Konsertin byrjar kl. 17.00 á Listasavninum á Sandi.