Vágar vera verandi

Tað var heitt blóð í kuldanum á Svangaskarði, tá ið 07 Vestur endaliga tryggjað sær plássið í bestu deildini

Tað er stórur fagnaður í 07 Vestur leguni á Svangaskarði. Vágamenn rigga til at fara vestur, og í skjáttuni hava teir trý stig. 2-1 sigurin ber við sær, at 07 Vestur nú hevur 25 stig, og at tað er endaliga staðfest, at 07 Vestur eisini í 2022 verður partur av fremstu deildini.

 

07 Vestur og B68 vóru undan hesum kappingarárinum nýggj lið í bestu deildini. Hvør lagnan verður hjá B68 er framvegis óvist. Tað valdast millum annað, hvussu úrslitið verður í Trongisvági, har hálvleiksstøðan millum TB og ÍF, sum hevur møguleika at fáa fatur á B68, er málleysur javnleikur.

 

Dann Fróðason stútaði við handara stólpa 07 Vestur á odda 1-0 beinanvegin. Tað var eftir horna, sum Jóannis á Steig tók sær av. Dann var ógvuliga leysur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

Talan var um javna uppgerð. Tað vóru nógvir nærdystir, og á hugburðinum og nærlagninum hjá spælarunum sást, at tað stóð nógv upp á spæl. B68 var nógv í álopsstøðu í seinna hálvleiki, og tað lá í luftini, at heimaliðið fór at javna. Ellivu minuttir undan dystarloki eydnaðist tað. Tonni J. Thomsen legði flatt innfyri úr høgru, og aftanfyri handara stólpa, var Andri Benjaminsen heilt leysur, so tað bar honum til at temja bóltin og flatt at senda hann í netið.

 

Tá var fagnaðurin stórur í heimaleguni, sum ivaleyst tevjaði møguleikan, at tað skuldi eydnast at skora sigursmálið, men soleiðis endaði tað ikki.

 

Fýra minuttir undan leikloki setti Søldi Egilsson, sum var komin á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, bóltin í málið eftir innlegg úr høgru, eitt sindur av aftur og fram og sending frá Martin Pettersson.

 

 

 

B68 – 07 Vestur 1-2 (0-1)

 

0-1: Dann Fróðason

 

1-1: Andri Benjaminsen

 

1-2: Sølvi Egilsson

 

Dómari: Rani A. Skaalum