Vágar eru leysar úr botninum

Tapið í Sørvági ber við sær, at skálamenn saman við B68 eru isoleraðir í botninum

07 Vestur hevur í dag tikið týdningarmikið stig úr botninum. Vágamenn høvdu vitjan av Skála, sum nú riggar til at fara til hús við 2-0 tapi. Tað ber við sær, at Skála framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum. Fimm javnleikir í 12 dystum ber fimm stig við sær. Tað er sama úrtøka sum B68.

 

07 Vestur hevur nú 12 stig, og nú skulu tað í hvussu so er trý umfør við fullari úrtøku til hjá teimum báðum feløgunum á Skálafjørðinum, áðrenn tað kann eydnast at vinna seg framum 07 Vestur.

 

Í dag var tað einki, sum bendi á, at Skála fer at varðveita plássið í bestu deildini. Stóri trupulleikin er, at tað gongur so illa at finna málið. Skála hevði góðar royndir við fríspørkum úr góðari støðu, men tað eydnaðist ikki at koma nærri enn at raka stólpan.

 

Fyri stuttum fekk Skála nýggjan útlendskan spælara. Hann hevur víst seg ikki at vera loysnin upp á stóra trupulleikan hjá Skála.

 

Heimaliðið legði seg á odda í fyrra hálvleiki eftir horna úr høgru. At so nógvir spælarar eru skaddir var orsøk til, at miðverjan var mannað av nýggjum hjá 07 Vestur. Veteranurin Martin Tausen, sum ikki hevur verið við fyrr í ár, var annar miðverjin, og hin var Eiler Fróðason, og tað var Eiler, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið til 1-0.

 

Sum seinni hálvleikur leið spendi Skála álopsbogan, og tað vóru onkrar spentar støður. Men tað var heimaliðið, sum økti um leiðsluna. Málskjútti var Jasper Van Der Heyden, sum eitt sindur úr vinstru flatt sendi bóltin dygst inn við nærru stólparótini.

 

 

 

07 Vestur - Skála 2-0 (1-0)

 

1-0: Eiler Fróðason

 

2-0: Jasper Van Der Heyden

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Eiler Fróðason, Martin Tausen, Sølvi Egilsson– Janus Svabo Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Ronni Møller-Iversen, Albert Theis Nielsen – Jasper Van Der Heyden, Mads Borchers

 

Skála: Jákup N. Olsen – Teitur R. Joensen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Pætur Dam Jacobsen – Emil Weihe Joensen, Steinbjørn Olsen, Poul Kallsberg – Jan Ingason Hansen