Vágaportalurin sær hvørki bjálka ella flís

Nú  haldið eg, at Vágapportalurin má halda uppat við sínum fjákalótum. Er tað ikki  "eygleiðari", so er tað "vinstrimavir”, "advokatur", “ad-hoc” ella okkurt  heilt annað. Og endamálið hjá Vágaportalinum er alla tíðina at bera í  bøtuflaka fyri privatpersónin Jørgen. Hetta hóast hann er sitandi  fíggjarmálaráðharri og var varamaður á Løgtingi, tá tollmálið fór  fram.
 

Samstundis  so verður tíðindamaður gjørdur til láturs á Vágaportalinum, einans tí  hann hevur gjørt sítt arbeiði, sum ein journalistur eigur at  gera. Nógv  vitni vóru hjástødd, eins Norðlýsið  sjónvarpaði ein ótrúliga arrogantan fíggjarmálaráðharra,  sum í Miðlahúsinum als ikki vildi taka nakra sum helst ábyrgd,  tá hann sum varamaður á tingið, beinleiðis gjørdi seg sekan í  tollundandrátti.
 

Orsaka  av hesum so kenni eg meg provokeraðan til at greiða frá eini hending nøkur fá  ár aftaná,at tollundandrátturin var framdur. Dagin fyri sum sitandi  fíggjarmálaráðharri av Fólkaflokkinum varð kosin fiskimálaráðharri, legði  hann upp til dokumentfalsan. Har afturat legði hann upp til at bróta  lógina, sum hann sjálvur skuldi umsita dagin eftir sum  fiskimálaráðharri.
 

Hetta  skuldi gerast við at" fifla" við vektarseðlinum á virkinum  Tomba, soleiðis at góður toskur skuldi skifta ham, so tað gjørdist upsi í  staðin fyri. Har afturat væntaði hann sær eitt krónuvirði aftur fyri, tá  toskurin var seldur út aftur av virkinum. Sum tann reðiligi maður  skiparin var, so tók hann ikki av tilboðnum.
 

Tá  eg spurdi mína keldu, sum var skiparin á fiskiskipinum, um tann tá  komandi fiskimálaráðharrin ikki skemtaði, tá hann gav hetta tilboðið, var  svarið nei. Hann kendi so væl tann komandi fiskimálaráðharran, at hann  visti, at tað var í fullum álvara, at hann gav honum "tilboðið  ".
 

Persónliga  varð eg noyddur at liva við hesi márgháttligu og samstundis álvarsligu  hending,  til einaferð. So orkaði eg ikki meira, og tí sendið eg millum  annað Bjarna Djurholm og Óla Breckmann brøv, har eg greiddi teimun frá, at  teirra fiskimálaráðharri hevði lagt upp til dokumentfalsan og óreiðiligheit.  Fyri at vísa álvaran í hesum málið læt eg skína í gjøgnum, at tað ikki bara  var undirritaði, sum visti um málið.
 

Hvussu  leingi skal landsstýri, Løgtingið og umsitingin liva við einum  politikara, sum moralskt og etiskt er farin so langt av leið, at tú  finnur ikki orð fyri tí. Talan er um óreiðiligheit og beinleiðis   svik, sum hevði fingið álvarsligar avleiðingar fyri vanliga skattaborgaran.  Tað má og skal fáa avleiðingar fyri ein og hvønn  politikara.
 

Orsaka  tær ákærur, eg her havi lagt fram, gangi eg út frá, at Christian Andreasen,  advokatur hjá fíggjarmálaráðharranum, stevnir undirritaða fyri  ærumeiðing. Eg møti fegin í rættinum, sjálvt um eg eri  í  somu støðu sum fíggjarmálaráðharrin, tá hann fríkendi seg sjálvan  í  samband tollsvik, tí brævið viðvíkjandi uppsøgnini var farið  í "gloymskunar hav", og einasti persónur, ið kundi siga, hvat var hent, var  farin undir grønu torvu.
 

Keldan  hjá mær er heldur ikki ímillum okkum longur. Hinvegin so er mín frásøgn  líka sonn sum tann frágreiðingin, sum Christian Andreasen advokatur legði fram  í Miðlahúsinum.