Vágamenn skulu basa HB

Løgmanssteypið: Bæði feløgini, sum ongantíð hava vunnið løgmanssteypið, hava møguleika at vinna seg í finaluna

HB er steypaliðið yvir øllum, og eftir fjórðingsfinalurnar í kvøld verður HB roknað at vera stórfavorittur at vinna steypafinaluna.

 

Nú er drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni.

 

Meðan HB hevur vunnið 28 steypafinalur, og EB/Streymur hevur vunnið fýra steypafinalur, so hevur 07 Vestur ongantíð verið í steypafinaluni, og B68 tapti einastu ferðina, tá ið toftamenn vóru í finaluni. Tað var í 1995, tá ið HB vann 3-1.

 

Luturin lagaði seg soleiðis, at 07 Vestur fer at hitta HB, og at EB/Streymur fer at hitta B68.

 

Fyrru hálvfinalurnar vera 29. juni, og tær seinnu vera 27. september. 07 Vestur og EB/Streymur eiga heimavøll í fyrru hálvfinalunum.

 

Finalan um løgmanssteypið verður leygardagin 4. november.