Tór-Ingar Akselsen heldur, at roknistykkið ikki er so veruleikafjart, sum ber møguleika fyri at varðveita plássið í fremstu røð við sær.
Í kvøld fær 07Vestur vitjan av Víkingi. Stigatalvan sigur, at vágaliðið hvørja einastu ferð hevur knívin á barkanum. 07Vestur er aftast við 14 stigum, og tað eru sjey stig fram til KÍ og áttanda plássið.
Sunnudagin vann 07Vestur 2-1 á heimavølli ímóti TB. Tað fegnast teir har vesturi um, og veteranurin Tór-Ingar Akselsen heldur, at sigurin á allan hátt hevði stóran týdning:
- Á liðnum hjá okkum eru nógvir ungir dreingir her vesturi frá. Málið er at mynda lokalt lið, sum skal standa seg í fremstu røð. Hesa ferð skoraði 17 ára gamli Hørður Johansen, sum varð skiftur inn, tá ið ein hálvur tími var eftir, sigursmálið. Hetta var fyrsta málið hjá honum á besta liðnum, og haraftrat varð 16 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen fyri triðju ferð síðani summarsteðgin skiftur inn á besta liðið.
Men tað restar nógv í, áðrenn tit hava tryggjað tykkum rættin at halda fram í bestu deildini?
- Tað er rætt, men tað er ikki ómøguligt. Liðið hjá okkum er eins gott og tey hjá AB, TB og KÍ. Ímóti hinum hava vit spælt tættar dystir, har vit onkra ferðina hava tapt við fleiri málum og aðrar ferðir hava megnað javnleik. Vit eiga AB á heimavølli og KÍ í síðsta umfarinum í Klaksvík. Vit halda okkum hava møguleika at vinna teir báðar dystirnar, og um tað so eydnast at vinna stig burturúr onkrum øðrum dystum eisini, so eigur tað at bera við.
Og nú snýr tað seg um Víking í kvøld?
- Vit hava spælt tvær ferðir ímóti teimum í Gøtu. Í fyrra dystinum var úrslitið 2-2, og so taptu vit 3-1. Vit standa okkum væl ímóti teimum, og soleiðis rokna vit við, at tað eisini verður í kvøld, sigur Tór-Ingar Akselsen.
Miðverjin Téhé Aristide hevur verið skaddur. Sunnudagin var hann á beinkinum. Tá fekk miðverjin Emil Mikkelsen ein snudd. Tað er ivasamt, um hann verður við í kvøld. Verjukendi miðvallarin Eli Falkvard Nielsen er eisini leikbannaður í kvøld.
Víkingarnir fóru vónbrotnir úr Gundadali sunnudagin. Nú hava teir fokus á avbjóðingini í Sørvági. Atli Gregersen og Filip Djordjevic eru tøkir aftur eftir leikbann. Úr Víkinga leguni verður sagt, at allir eru tøkir.
07Vestur-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 18.00.