Fyri fyrstu ferð í ár verður HB seinnapartin gestur á Dungasandi í Sørvági. 07 Vestur hevur tvær ferðir fyrr í ár verið í Gundadali. Fyrru ferðina endaði tað 2-2, eftir at HB í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. Í seinna dystinum vann HB 3-0. Støðan var málleysur javnleikur, tá ið Jóannis á Steig í 49. minutti sá reyða kortið, og so umsetti Daniel Johansen brotsspark til 1-0, áðrenn Áki D. Samuelsen og Adrian Justinussen øktu um leiðsluna til 3-0.
Mikukvøldið megnaði 07 Vestur 2-2 á heimavølli ímóti KÍ í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Mads Borchers var ógvuliga eyðsýndur, tá ið hann fleiri ferðir rann frá verjuni og skoraði tvey mál.
Dysturin ímóti KÍ og tað, at HB síðsta sunnudag tapti á Argjum, eigur at geva vágamonnum blóð á tonna, nú Michael Schjønberg og hansara menn stríðast fyri at sleppa undan niiðurflyting.
Miðvallarin Janus Svabo Samuelsen, og Dánjal Pauli Lervig er ivasamur, eftir at hann miðskeiðis í seinna hálvleiki mikukvøldið fór av vøllinum. Dan Fróðason og Hákun Edmundsson eru langtíðarskaddir.
Mikukvøldið megnaði HB at reisa seg eftir vónbrotið, sum tað var síðsta sunnudag at tapa 2-1 á Argjum. Hóast Bartal Wardum stutt undan steðginum sá reytt, og Víkingur skoraði til 2-1, so endaði tað 2-2.
Ivasamt er tað, um Hanus Sørensen er førur fyri at spæla. Bartal Wardum og Daniel Johansen eru leikbannaðir, og Tróndur Jensen og Hilmar Leon Jakobsen eru langtíðarskaddir.