1. deild menn:
FS Vágar-HB 0-7 (0-1)
HB var vesturi í Vágum, og teir komu suður aftur við stórsigri. FS Vágar varð pløtt ígjøgnum, og vit frætta, at um talan ikki verður um gjøgnumførda broyting, so er meiri enn ivasamt, um teir har vesturi yvirhøvur fara at fáa stig í ár, og onkur tosar um, at tað verður trupult hjá teimum at fáa mál, men so vánaliga man tað ikki fara at ganga kortini.
Torkil Nielsen er ikki í venjingarstøðuni, hann var í, tá hann taldist millum bestu spælararnar í landinum, men hann er framvegis snúðin og hevur rætta tevið. Tá støðan framvegis var 0-0 var hann um at gerast leysur, men í staðin fyri at fara sjálvur, so valdi hann at spæla tvørturum, og so spurdist einki burturúr.
Korter fyri leiklok noyddist gamli landsliðsmaðurin, sum aftur hesa ferð mannaði álopið saman við Jonhardi Joensen, at fara av vøllinum við skaða, og verður hann noyddur at halda frí frá fótbóltinum, so sær meiri enn svart út hjá FS Vágar.
Nøkur havnarfólk fylgdu sínum felag vestur í Vágar, og hóast tey ikki vóru so nógv, sum tey eru, tá HB spælir á øðrum útivøllum, so var ikki langt frá, at tey vóru fleiri, enn heimaáskoðararnir, og tað boðar ikki frá góðum fyri samansetta liðið hjá miðvingum og sandavágsmonnum.
Málini
HB hevði ilt við at fáa hol á, og áðrenn teir komu fram um hevði Marek frísparksroynd á tvørtræið umframt omanfyri nevnda næstan møguleika.
Rúni Nolsøe skoraði til 1-0, tá 42 minuttir vóru farnir. Jens Erik Rasmussen átti alt uppspælið. Eftir FSV horna tveitti HB málverjin, Bárður Johannesen, til vágamannin, sum sneiddi fýra ella fimm av sínum gomlu liðfeløgum av og spældi út frá til Rúna Nolsøe.
Tveir minuttir fyri hálvleik varð Mikkjal Danielsen útvístur eftir ógvusligt fríspark ímóti Jan Dam, sum hesa ferð var á verjukenda miðvøllinum, og so var uppaftur leysari í FSV verjuni.
Jens Erik Rasmussen økti eftir 50 minuttir eftir høgt innlegg, og Uni Arge var langt rangstaddur, tá hann minuttin aftaná økti til 3-0.
Eftir 55 minuttir skoraði Rúni Nolsøe aftur hesa ferð við góðum langskoti, eftir 67 minuttir var tað innskifti Jóhannes Joensen, sum gjørdi sær dælt av góðari sending frá Gunnari Mohr, eftir 82 minuttir gjørdu vágamenn sjálvmál eftir innlegg, og tríggjar minuttir fyri leiklok staðfesti Gunnar Mohr rimmar sigurin, eftir at Rúni Nolsøe hevði spælt hann leysan við hælavlevering.
HB skifti tríggjar menn inn, m.a. Kristian Andersen, sum tíggju minuttir fyri tíð loysti Bjarka Mohr av. Hetta var fyrsta ferðin, at ungi maðurin royndi seg í 1. deild.
(jh)