Vágagellur halda 100 ára gamlan kvinnudag


Leygardagin er altjóða kvinnudagur hann verður hátíðarhildin um allan heim.

Og nú, tað í ár eru 100 ár síðani altjóða kvinnudagur varð hildin fyrstu ferð, 8. mars, verður hann eisini hátíðarhildin í Sørvági.

Har verður tiltak, sum bæði skal verða upplýsandi og hugnaligt, í Gamla Skúla seinnapartin leygardagin klokkan 15.

 

Har fara fýra kvinnur at geva sítt íkast.

Unn Patursson fer at undirhalda við tónleiki og sangi. Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, fer at tosa um avbjóðingar og átøk innan javnstøðu. Erika Hayfield, sum stóð fyri arbeiðinum at gera álit um kvinnur og fráflyting í Vinnumálaráðnum, fer at halda fyrilestur um kvinnur og fráflyting og um at vera kvinna í einum útjaðara.

Og at enda fer Sólrún Michelsen, rithøvundur, sum fyri jól gav út skaldsøguna, Hinumegin er mars, at tosa um skaldsøguna við Marnu Jacobsen.

 

Tað er bókaklubburin, Vágagellurnar, sum skipa fyri altjóða kvinnudegnum.

Fyrireikararnir siga, at hóast tað í ár eru 100 ár síðan, at Altjóða kvinnudagurin er hildin 8. Mars er hann tó eitt sindur eldri enn tað.  

Hann kom nevniliga í lag á fundi í  Keypmannahavn í 1910, har tær báðar, Luise Zietz og Clara Zetkin, skutu upp at hava ein altjóða dag fyri kvinnur. 100 kvinnur úr 17 londum tóku undir við at hava ein slíkan altjóða kvinnudag, við endamáli at virka fyri, at kvinnur skuldi fáa javnstøðu við menn.

 

ST fór í 1975 undir at halda altjóða kvinnudagin og í ár er málið: “Equality for women is progress for all”, ella, javnstøða  fyri kvinnur er framburður hjá øllum.