Áhugavert samferðslukvøld verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni hóskvøldið hin 5. desember klokkan 19.30.
Tiltakið verður fyriskipað í sambandi við nýggju bókina - Vága samferðslusøga - sum er komin í bókabúðirnar.
Heini F. Petersen fer at hugleiða um at ferðast í Føroyum fyrr í tíðini, og Dánjal Poulsen viðger framburðin á flogvøllinum og í flogferðsluni.
Klæmint Weihe, sum stóð á odda, tá Vágatunnilin varð bygdur, fer at greina ta spennandi gongd, tá fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum varð veruleiki.
Høvi verður at seta spurningar. Kaffimuður verður at fáa, og høvi verður eisini at ogna sær bókina signeraða.