-Vitandi at nógv úr Vága kommunu, ið lesa uttanlands, koma heim at halda páskafrí, ynskir Vága kommuna at bjóða teimum hølir, har tey kunnu lesa, skriva uppgávur og annars fyrireika seg til próvtøkur, skrivar kommunan á sínari heimasíðu.
Hølini, sum talan er um, eru á loftinum í kommunuskrivstovuni á Hammershaimbsvegi 1 í Sandavági. Har eru hølir við atgongd til køk og internet, sum lesandi kunnu gera brúk av, tá tað passar teimum best. Við at venda sær til Vága kommunu, fær tann lesandi útflýggjaðan ein lykil til hølini við at rinda kr. 100,- í depositum.
Tænastan er ókeypis, og fólk, ið lesa í Føroyum ella fjarlestur, eru eisini vælkomin at gera brúk av hesi tænastu, um tey hava tørv á tí, sigur kommunan.