Vilja lyfta uppgávur saman við landsstýrinum

- Eg haldi, tað er okkara skylda sum kommuna at geva okkara íkast, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur verið á almennari vitjan í Vága kommunu. Tað var mikudagin í síðstu viku, at borgarstjórin, Bjarni Prior, tók ímóti landsstýrismanninum við fylgi.   

 

- Tað er ein sannroynd, at bústaðartrotið í Føroyum er sera stórt, eins og tørvurin á viðgerðarstovnum, bústovnum, eldrabústøðum, umframt tørvurin á umlætting og øðrum eisini er stórur, sigur borgarstjórin.

 

Í Vága kommunu meta tey, at kommunan er sera væl egnað og klár til at lyfta slíkar uppgávur saman við landsstýrinum og landsstýrismanninum í almannamálum.

 

Undir vitjanini í Vága kommunu bjóðaði borgarstjórin fyrst til brunsj á Fiskastykkinum í Sandavági, har ein væl upplagdur, Atli Gregersen, greiddi frá søguni og framtíðarætlanum við Fiskastykkinum. 

 

Á Fiskastykkinum fekk landsstýrismaðurin eisini eina rundvísing, áðrenn farið var inn á kommunuskrivstovuna at fundast. Saman við umsitingin, hevði borgarstjórin fyrireikað seg væl, og kundi tí leggja ítøkiligar tankar og uppskot fram fyri Sólvit E. Nolsø.

 

Lilja Thorsteinsson, arkitektur og tekniskur málsviðgeri hjá Vága kommunu hevði gjørt eina framløgu, sum borgarstjórin legði fram. Her varð eitt nú víst á møguleikar fyri fjølbroyttari bygging í kommununi. 

 

Vága kommuna ynskir nevniliga at bjóða til samstarv, og við nøkrum ítøkiligum dømum, sum borgarstjórin vísti á, er hetta gjørligt, meta tey í kommununi.

 

- Eg haldi, tað er okkara skylda sum kommuna at geva okkara íkast til hetta økið, og eg vil takka landsstýrismanninum fyri at koma ein túr vestur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.