Vága kommuna samtykti í gjárkvøldið at lækka kommunuskattin við 0,25 prosentstigum, niður í 22,75%. Býráðið ætlar í árunum, sum koma, framhaldandi at lækka kommunuskattin.
Vága kommuna hevur havt eitt skattaprosent uppá 23 síðan 2011, tá kommunan heldur óvæntað var noydd at taka Skúlan á Giljanesi niður, og byggja nýggjan skúla.
Nýggi skúlin kostaði meira enn eina álíkning. Hetta skuldi leggjast omaná vanliga raksturin av kommununi.
Nú er skuldin komin niður um eina álíkning, og eitt samt býráð metir, at sjálvt um neyðugt er at hava neyva fíggjarstýring, er umráðandi at veita nøktandi tænastu til borgaran. Tí ynskir býráðið at at veita borgarunum ein lætta.
Barnafrádrátturin verður kr. 5.000,-. Systkinafrádrátturin verður hækkaður soleiðis, at fult gjald bert verður goldið fyri yngsta barnið, 75% verður goldið fyri næstyngsta barnið, 50% fyri triðyngsta barnið, meðan einki verður goldið fyri hini systkinini, boðar Vága kommuna frá.