Gongufelagið í Vágum hevur ligið í dvala seinastu árini, men nú verður gongd sett á aftur, og skipað fer at verða fyri gongutúrum aftur frá mars til september.
- Vit fara at skipa fyri kunnandi fundi í annaðkvøld - týskvøldið 23. februar klokkan 19 - og fundurin verður í Vága Listastovu.
Leiðarin á Visit Vágar, Sølvi Simonarson, sigur, at á fundinum verður kunnað um gongufelagið, og um hvørjir túrar vera á skránni.
- Eisini fer Sidney Sindahl Olsen at greiða frá ymiskum túrum, sum hann hevur gingið, og hann fer eisini at siga frá, hvussu tú best fyrireikar teg at fara út í fjøllini at ganga.
Sidney Sindahl Olsen fer eisini at vísa ein part av teimum nógvu myndunum, sum hann hevur tikið á túrum, sum hann hevur verið.
Sølvi Simonarson sigur, at borðreitt verður við kaffi, te og køkum í steðginum.











