Í útbjóðingartilfarinum til ollfríu søluna á flogvøllinum hevur Vága Floghavn tryggjað sær at vísa burtur allar tilboðsgevararnar, eftir at tilboðini vóru komin inn.
Tað stendur púra greitt í útbjóðingartilfarinum, at Vága Floghavn altíð kann avlýsa útboðið. Tað hevur P/F Vága Floghavn tryggjað sær. Í útbjóðingartilfarinum stendur soleiðis:
P/F Vága Floghavn tilskilar sær rættin til, inntil útboðið er avgjørt og lokið við undirskriving av sáttmála við ein tilboðsgevara, at avlýsa útboðið. Um útboðið verður avlýst av P/F Vága Floghavn, verða bankatrygdir, sum eru lætnar felagnum av tilboðsgevarunum, beinanvegin latnar hesum aftur. Um útboðið verður avlýst av P/F Vága Floghavn, kunnu tilboðsgevarar harumframt fáa gjaldið fyri útboðstilfarið afturgoldið móti at senda útboðstilfarið aftur til P/F Vága Floghavn saman við undirskrivaðari váttan um, at tilboðsgevarin ikki hevur avrit ella aðra avskrift av útboðstilfarinum.
Aðrastaðni í útboðstilfarinum stendur soleiðis:
Val av tilboðsgevara, sum fær rættin at reka tollfríu søluna í Vága Floghavn er ikki endaligt fyrrenn sáttmáli er undirskrivaður millum partarnar og allar treytir fyri at sáttmálin kann koma í gildi eru loknar. Inntil tá kann P/F Vága Floghavn lata øðrum tilboðsgevara sáttmálan, ella velja sjálvt at átaka sær raksturin av tollfríu søluni, ella at avlýsa útboðið.
Smyril Line viðgongur í kæruni, at hetta fyrivarnið varð tikið. Men tey duga als ikki at síggja nakra sakliga orsøk til, at hetta er gjørt.
– Okkara tilboð varð av Vága Floghavn mett at verða nøktandi, bæði tá tað snýr seg um konsept, og tá hugsað verður um fíggjarliga partin.
– Vit standa eftir við eini fatan av, at vit av onkrari ósakligari orsøk eru frávaldir og vit standa eisini eftir við eini rokning í sambandi við tilboðstilfari, sum er upp á nakrar hundrað túsund krónur. Hesar útreiðslur høvdu verið spardar, um vit beinanvegin fingu at vita, at vit ikki fingu avtaluna, og vit halda tí, at vit eiga at fáa eina nøktandi frágreiðing um, hví vit ikki fáa sáttmálan.
in.fo hevði ætlað at spurt Jákup Sverra Kass, stjóra í Vága Floghavn, um hetta er gjørt við vilja, soleiðis at Vága Floghavn kundi fáa góð hugskot frá einastu royndu aktørunum á økinum, Atlantsflog og Smyril Line, fyri síðani sjálv at brúka góðu hugskotini til sín egna handil. Men Jákup Sverri Kass vil ikki svara.
Vit kunnu so bara staðfesta – sambært kæruna frá Smyril Line, at Vága Floghavn hevur tikið undirveitaran frá Smyril Line. Hetta fáa vit tó ikki váttað frá Vága Floghavn, tí Jákup Sverri Kass vil ikki svara spurningum um hetta mál enn.
Men út frá útbjóðingartilfarinum kann lesast, at Smyril Line kann senda Vága Floghavn eina rokning fyri útreiðslur, sum reiðaríið hevur havt av tilboðnum.
Lesið eisini: Út av lagi vánalig handfaring og handilssiður
Lesið eisini: Tók undirveitara frá Smyril Line