Vænti pláss er fyri eini ómetaligari sigurskenslu

Eg vænti, at Arne er kroppsliga útlúgvaður, men at har er pláss fyri eini ómetaligari sigurskenslu, sigur ein glað systir í dag

Í fleiri vikur hevur Ninna Vatnhamar spent fylgt við í ferðini hjá bróðurinum upp á toppin á Mount Everest.

 

Hon er glað og lættað, nú tað er eydnast, og sigur, at hon væntar at hóast at hann er útlúgvaður, so er pláss fyri at frøðast.

 

- Arne setti sær eitt ovurhonds stórt mál - og náddi tí. Eg Rokni vid, at hann fysiskt er fullkomiliga útlúgvadur, men eri samstundis vís í, at pláss er fyri einari ómetaligari sigurskenslu, sigur Ninna Vatnhamar við in.fo.