- Eg havi upprunaliga mett hetta at verða eitt reint danskt mál. Sjálvandi havi er eisini kunna meg við politiska umhvørvið á Christiansborg, og havi eisini kunnað meg við støðuna sum Sundhedsstyrelsen hevur til málið. Teir mæla frá at samtykkja uppskotið. Føroyskir heilsumyndugleikar fylgja vanliga teirra tilráðing, og er tað støðan hjá føroysku heilsumyndugleikunum, so virði eg hana. Men enn havi eg ikki gjørt av, um eg skal atkvøða annað enn blankt í málinum, sigur Magni Arge, fólkatingslimur hjá Tjóðveldi
Málið, vit umrøða, er uppskotið hjá Alternativinum, um at loyva nýstluni av hassj í medisinskari viðgerð. Sambært TV2 í Danmark eru 88 tinglimir fyri og 87 ímóti uppskotinum, sum er til fyrstu viðgerð í Fólkatinginum í dag. Tá eru norðuratlantisku umboðini ikki tald við.
Les eisini Sjúrður og Magni hava valdið
- Hatta er als ikki nakað hjartamál fyri mítt viðkomandi, men tá støðan er sum hon er, verður ein noyddur at seta seg inn í málið, sigur fólkatingslimurin, sum tó ikki er til staðar í Fólkatinginum í dag.
- Eg havi tó skilt, at støðan er um at loysna, so neyvan fáa vit so avgerandi týdning, tá alt kemur til alt. Onnur og triðja viðgerð av málinum vera allarhelst í januar, sigur Magni Arge.