Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at nú verður sjøtul settur á arbeiðið at fyrireika nýggjan Hvalbiartunnil. Neyðugt er at hugsa langt fram í tíð, tí Henrik Old væntar, at tað í framtíðini verður koyrandi líka av Viðareiði suður í Sumba.
Av tí at Viðareiðistunnilin nú verður liðugur fyri tíð, fer landsstýrismaðurin at framskunda arbeiðið við Hvalbiartunlinum. Fyrsta dagin fer hann at skipa fyri fundi við kommunustýrini í Hvalba og á Tvøroyri um nýggja tunnilin. Á fíggjarlógini fyri 2015 eru fimm milliónir krónur settar av til arbeiðið.
- Vit fara at umrøða, hvar tunnilin liggur best, og í tí sambandi hava vit bæði brekkur, kavarudding og vind at hugsa um, sigur Henrik Old við Sosialin.
- Og vit skulu eisini hava í huganum, at um ikki so øgiliga nógv ár, verður uttan iva koyrandi av meginøkinum til Suðuroyar, og tá verður ferðslan ein heilt onnur, enn hon er í dag, sigur hann.
Les meiri um Eysturoyartunnilin, Sandoyartunnilin og Hvalbiartunnilin í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í landinum í dag. Arbeiðið byrjar í vár og ætlanin er at bjóða tunlarnar út í summar.