Væntar loysn í mars

Heilsumálaráðharrin fegnast um fyribilsavtaluna við Pero Sore, og væntar at ógreiðu viðurskiftini verða loyst í mars mánaði.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Karsten Hansen

 

- Nei, tað er ikki nøktandi, at tað ikki er fyrr enn á seinasta degnum hjá Pero Sore, at tað verður greitt, at hann heldur fram, ásannar landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, sum tó fegnast um, at loysn er funnin.

 

Talan er um nógv umrødda giktlæknan, Pero Sore, sum handaði eina treytaða uppsókn herfyri. Einasti giktlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum vildi hava betri kor at virka undir, og vórðu ábøtur ikki gjørdar í seinasta lagi 28. februar - í dag - so gjørdist fríggjadurin - í gjár - eisini tann seinasti arbeiðsdagurin hjá honum. Á seinasta degnum gjørdist tó greitt, at Pero Sore heldur fram í ein mánað afturat.

 

- Mín sannføring hevur allatíðina verið, at Pero sjálvur - saman við øllum viðkomandi pørtum - vóru sinnað at halda fram við samstarvinum.

 

- Á middegi í gjár, varð Pero Sore so kallaður inn til fundar í Heilsumálaráðnum saman við leiðandi yvirlæknanum á medisinska deplinum, Bjarna á Steig. Hetta var ein sera positivur fundur, og víst varð á summar av treytunum hjá Pero Sore, sum nú verða eftirlíkaðar - her hugsi eg um tann peningin, sum er fluttur til at fíggja nýggjan giktlækna umframt nýggja H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, ið fer at bøta um hølisviðurskiftini.

 

Hóast jaliga fundin partarnar í millum, eru framvegis ógreið viðurskifti, sum merkir, at talan bert er um eina fyrbilsavtalu fyri ein mánað afturat. 

 

- Tað er serliga avtalan millum serlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum skal fáast upp á pláss, og tað hevur víst seg at ganga heldur strilti. Júst hesin parturin liggur uttan fyri Heilsumálaráðið, so eg kann bert leggja trýst á partarnar um at skunda undir arbeiðið at fáa nýggjan sáttmála í lag, sigur Karsten Hansen, Heilsumálaráðharri.