Hóast afturstig, so var tað Siumut, sum fekk flestar atkvøður til grønlendska valið. Bjartur Nolsøe, sum í fleiri ár starvaðist innan bankavinnuna í Grønlandi, vitjaðir Rás 2 og greiddi frá um valúrslitið.
Hóast stjórnarberandi flokkurin ikki hevði góð kort á hondini undan grønlendska grønlendska valinum, so vísir valúrslitið, at Siumut framvegis er størsti flokkur í Grønlandi.
Fjarstøðan aftur til Inuit Ataqatigiit er tó sera tepur. Siumut fekk einans 326 atkvøður fleiri enn IA.