Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur einki ímóti, at ríkislógartilmælið, sum bæði snýr seg um videoavhoyring av børnum og víðkaðar heimildir til politiið at avlurta fólk, verður avgreitt í tveimum.
Undir fyrstu viðgerð í tinginum í dag kom greitt fram, at videoavhoyringar av børnum fáa undirtøku, men at tingfólk hinvegin eru sera ivingarsom viðvíkjandi tí partinum, sum snýr seg um politiavlurting.
– Tað, sum allahelst hendir, er at tað um videoavhoyring av børnum kemur ígjøgnum uttan trupulleikar, og at hitt so verður tikið aftaná, sigur løgmaður.
Hoyr samrøðu við Kaj Leo Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.










