Væntar at fáa atgongd til alt

– Eg skal fyrst og fremst fáa svarað teimum spurningum, landsstýrismálanevndin hevur sett, sigur Annfinn V. Hansen, sum í dag er tilnevndur av løgtingsformanninum at vera kanningarstjóri í málinum um Skálafjarðartunnilin.

Júst hetta við trúnaði og at atgongd ikki fæst til allar upplýsingar, hevur merkt málið um Skálafjarðartunnilin, men kanningarstjórin dugir ikki at siga, hvussu verður atgongd til tilfar, onnur frammanundan ikki uttan víðari hava fingið atgongd til:

– Løgtingið hevur eftirlit við landsstýrinum, og sum kanningarstjóri fái eg væl atgongd til tað tilfar, sum er til. Men eg dugi ikki frammanundan at siga, hvat eg fái atgongd til ella ikki, sigur Annfinn V. Hansen.

Hann dugir ikki at siga, hvussu langa tíð kanningin fer at taka, og hann hevur heldur ikki fingið nakað evstamark, men sigur, at av tí at málið skal kannast til botns, kemur kanningin at taka ta tíð, ið skal til.

Hoyr samrøðu við Annfinn V. Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.