Væntar, at Danmark og Spania røkka hálvfinaluni

Eyðun Samuelsen metir, at íslendska liðið er ov óstøðugt til at náa tindinum hesaferð

Nú innleiðandi bólkarnir A og B eru avgreiddir í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum, er Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari ikki í iva: Tað verða Danmark og Spania, sum fara at vinna seg víðari úr Millumbólki 1.

 

Danmark og Spania hava fýra stig við til millumumfarið, meðan Makedonia bert hevur tvey stig, meðan okkara frændir úr Íslandi bara hava eitt stig við sær í millumumfarið. Eyðun er ikki í iva um, at Spania og Danmark hava breiddina, styrkina, og ikki minst útgangsstøðið til at vinna seg í hálvfinalurnar. Í Millumbólki 1 eru eisini Ungarn, sum hevur eitt stig, og Eysturríki, sum einki stig hevur.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Eyðun Samuelsen segði á Rás2 í morgun.