- Tað er greitt at Michael Rekling, fyrrverandi skrivari í bankananningini er inhabilur, umframt at tað er ikki er væl vorðið við trúvirðinum hjá Bjørn Grønborg, kanningarleiðara.Tað at advokatvirkið hansara hevur Den Danske Bank sum kunda, er álvarsamt, segði Gorm Toftegaard Nielsen, professari við universitetið í Keypmannahavn, við Dag og Viku týskvøldið.
Frágreiðing frá formanninum
Síðani er komið fram, at Bjørn Grønborg hevur latið danska løgmálaráðnum eina frágreiðing um gongdina seinastu dagarnar.
Her verður m. a. mint á, at løgmálaráðið nakrar dagar áðrenn kanningarnevndin varð sett, hevði fingið upplýsingarnar um at Den Danske Bank var kundi hjá advokatvirkinum hjá Grønborg.Løgmálaráðið svaraði, at tað ikki hevði týdning fyri málið.
Bjarni Djurholm, eygleiðari í kanningarnevndini, sigur við Sosialin, at føroysku eygleiðara-umboðini einki hava við sjálva kanningina at gera, og kunnu tí ikki siga sína hugsan um støðuna júst nú.
Vit gera vart við okkum aftaná
- Vit fáa kanningarúrslitið nakrar dagar áðrenn kanningin verður almannakunngjørd. Tá kunnu vit seta spurnartekin við lutir í kanningini, um vit halda, at okkurt av týdningiundir avhoyringunum, ikki er nóg væl lýst. Tað er upp til nevndina um hon tekur okkara viðmerkingar til eftirtektar, sigur Bjarni Djurholm.
Velur kanningarleiðarin ikki at taka viðmerkingarnar við, fara eygleiðararnir at gera viðmerkingar, aftaná at kanningin er alment løgd fram.
- Okkara leikutur nú er - so at siga - at sita og anda kanningarnevndina í nakkan. Vit kunnu brúka okkara eygleiðarastatus soleiðis, at kanningarnevndin ikki kann stinga nakað undir borðið, sum hevur verið frammi undir avhoyringunum, sigur Bjarni Djurholm.
Neyðugt at kanningin ikki steðgar nú
Hann er sera spentur at vita, hvør niðurstøða kanningarnevndin kemur til, men hann dugur ikki at meta um tað í løtuni.
- Vónandi steðgar kanningin ikki upp. Um so er, so hendir avgjørt einki í bankamálinum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vil ikki svara spurninginum, um seinastu hendingarnar í bankakanningini kanska eru gjødar við tí fyri eygað, at málið skal firnast. 17. mars 1998 er freistin úti.
Tað hevur ljóðað bæði í Føroyum og í Danmark, at tey, sum eru avhoyrd í málinum, kanska ikki eru so áhugað í at niðurstøða verður gjørd í málinum.
Væntandi verður úrslitið almannakunngjørt um ársskiftið. Tá fer landsstýrið helst at biða ein løgfrøðing lesa hana og gera niðurstøðu, fyri at vita, um nakað krav kann setast fram. Somuleiðis fara hinir partarnir - statsministeriið og Den Danske Bank at meta um úrslitið hjá kanningarnevndini.
Nevndin ger ikki løgfrøðiliga niðurstøðu, men hevur bert fingið til uppgávu at greiða frá gongdini, tá føroyingar keypti bankan frá den Danske Bank.