Tá strandfaraskipið Teistin kom úr Skopun á túrinum klokkan 08.10 í morgun og var komin inn í Hestfjørð, sást ein grindabólkur omaná sjómum.
Sum skilst, rak Hestfjørður suður, og tískil fór bólkurin suður við Streymoyarlandinum og suður um Kirkjubønes.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at nógvur bátur er farin úr Havn, og eftir øllum at døma hevur tað eydnast at snara grindabólkinum heim um Kirkjubønes.
- Vit síggja, at bátarnir nú eru komnir heim um Kirkjubønes, og hava teir grindina við sær, sum líkt er til, at teir hava, er væntandi, at hon leggur beinini í Sandágerði um middagin.
Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at tað var onkur umborð á Teistanum, sum ringdi og boðaði frá grindini í Hestfirði í morgun.











