Vænta væl av trolfiski í vikuni

Nakrir partrolarar, djúpvatnstrolarar og trolbátar koma inn at landa í vikuni sum kemur.

- Partrolarnir koma inn at landa, sum vikan gongur, men fiskiskapurin er vánaligur. Skipini fáa lítið av hvítum fiski í løtuni. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiðu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at tey vænta fýra djúpvatnstrolarar inn at landa í vikuni sum kemur. Tríggir fiska svartkalva og kongafisk og ein fiskar upsa.

 

- Fimm trolbátar eru til fiskiskap. Tveir hava verið á djúpum og fiska svartkalva, men fiskiskapurin hjá teimum hevur verið vánaligur. Ein trolbátur er norðanfyri, og ein er vesturi á rygginum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir trolbátar helst koma inn at landa mánadagin, og hinir landa síðst í vikuni sum kemur.

 

- Hesir báðir trolbátarnir hava mest av toski, hýsu og so nakað av svartkalva, reyðsprøku og upsa, verður lagt aftrat.