Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum undir Føroyum, og teir hava hampiligan fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar svartkalva í Grønlandi og frystir fiskin umborð, og ein fiskar blálongu og landar í Danmark.
Marknaðurin veit eisini at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og koma væntandi inn at landa síðst í vikuni, sum kemur.
- Hinir allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju.
Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar, sum fiska á landleiðini og ein, sum fiskar tosk og hýsu á landgrunninum, koma inn at landa í morgin.
- Hesir trolbátarnir hava eina blanding av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku.
Fiskamarknaður Føroya veit eisini at siga, at seinni í vikuni koma væntandi fýra ella fimm trolbátar, sum fiska á landleiðini og ein trolbátur, sum fiskar tosk og hýsu, inn at landa.