- Trý línuskip eru undir Ísland og koma helst at landa síðst í vikuni sum kemur. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu, upsa og so nakað av kongafiski.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt línuskip undan Eysturgrønlandi kemur inn at landa mánadagin. Skipið hevur mest av brosmu og toski.
- Tvey línuskip fiska á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av toski og svartkalva og so eitt sindur av blálongu og lira. Hesi bæði línuskipini landa helst miðskeiðis í vikuni.
Lagt verður aftrat, at eitt línuskip roynir eystanfyri og fær mest av brosmu og longu. Hetta skipið landar helst ikki fyrr enn fyrst í aðru viku.
- Streymurin verður góður fyrst í vikuni, sum kemur, men harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður gott, og vit vænta nakað av útróðri. Bátarnir fáa næstan bara tosk og hýsu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.